pRENT til sølu

Mariu kirkjan 1/1
1300 DKK (innrammað)
Motiv: 13 × 17,4 cm í 40 x 40 rammu
Prentað á A4-pappír (21 × 29,7 cm).

Náttúrumentan
600 DKK
Motiv: 17,4 × 13 cm
Prentað á A4-pappír (21 × 29,7 cm).

Heimkoma
600 DKK
Motiv: 16 × 21 cm
Prentað á A4-pappír (21 × 29,7 cm).

Við bryggju 1/1
1300 DKK (innrammað)
Motiv: 13 × 17,4 cm í 40 x 40 rammu
Prentað á A4-pappír (21 × 29,7 cm).
Frá linoleum til list
Hvørt prent byrjar sum ein fløt, grá linoleumpláta. Við hondini skerast mynstur, linjur og smáar detaljur, sum vaksa til eitt myndamál av myrkri og ljósi. Tá plátan er smurd við liti og prentað á pappír, fær hon lív.


Íblásturin til nógv av mínum motivum hava støði í føroyska landslagnum og gerandislívinum har, og á henda hátt haldi eg samband við heimið, hóast eg búgvi uttanlands.
Føroyska náttúran er ikki bara umhvørvi, men sjálvt grundarlagið undir tí, vit eru. Næstan alt, vit gera, er knýtt at landslagnum og tí, tað loyvir okkum: at fara á fjall, at fiska, at fletta, at fara í grind, at fangað fugl, føroysk klæðir, at eta havhest, ja sjálvt tað at sleða í kava og dippa í haviðnum.








